placeholder
Innanlands

Norðingur landar í Kollafirði

Norðingur skal landa 1000 tons í Kollafirði

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-04-20 20:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í dag á Kollafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Norðingur hevur, eins og hini uppsjóvarskipini, fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Norðingur hevur 1000 tons av svartkjafti við til lands, og tá ið liðugt er at landa verður farið aftur á svartkjaftaveiðu. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder