Innanlands

Norðingur landar sild í Kollafirði

Talan er um góða stødd, sum skipini fáa

2018-10-08 20:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom á Kollafjrøð í nátt, har teir skulu landa.

Norðingur hevur fiskað sild norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1000 tons av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Tá ið Norðingur hevur landað, verður farið aftur á sildaveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder