2019-03-26 07:28
Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Upplýst verður, at teir hava 1950 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Norðingur byrjaði at landa til Havsbrún í nátt aftaná at Tróndur í Gøtu hevði landað eina svartkjaftalast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald