2023-08-05 16:44

Uppsjóvarskipið Norðingur skal landa makrel til Havsbrún í morgin.
Norðingur hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan, sum er 650 tons av makreli, skal landast til Havsbrún, har makrelurin skal framleiðast til fóður.
Norðingur fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald