2024-06-04 10:31
Norðingur skal landa 1.850 tons av svartkjafti í Íslandi.
Uppsjóvarskipið hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og veiðan skal landast í Fáskrúðsfirði, har skipið hevur landað fleiri ferðir síðani verkfallið byrjaði fyri trimum vikum síðani.
Trý skip eru í løtuni á svartkjaftaveiðu.
Tey eru Norðingur, Borgarin og Katrin Jóhanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald