Innanlands

Norðmenn sleppa ikki at landa makrel í Íslandi

Ístaðin settu teir kós ímóti Føroyum og landa hjá Varðanum Pelagic

(Mynd: Fishfacts)

(Mynd: Fishfacts)

2021-09-02 11:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norska skipið, Knester, skuldi eftir ætlan landa 685 tons av makreli til Loðnuvinnsluna í Íslandi. Ístaðin endaðu teir hjá Varðanum Pelagic.

Knester hevði fiskað 685 tons av makreli í norskum sjógvi. Eftir ætlan skuldi skipið landað til Loðnuvinnsluna í Íslandi seinasta leygardag, tá teir fingu boð um, at íslendskir myndugleikar noktaðu.

- Vit løgdu at og vóru tilreiðar at levera, tá vit fingu boð um, at íslendskir myndugleikar noktaðu leveransu frá norskum skipum, sigur reiðarin á Knester, Lars Ove Stenevik, við Fiskeribladet.

Norska skipið, Havsnurp, hevði somuleiðis kós móti Eskja í Eskisfirði við 670 tonsum av makreli, tá boðini frættust. Ístaðin varð kósin sett móti Tvøroyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder