Eitt norskt felag hevur keypt danska uppsjóvarskipið Isafold, sum er bygt á Karstensens Skibsværft í 2006.
Skipið, sum hevur ligið síðan tað varð avloyst í november í fjør, er selt fyri 80 milliónir danskar krónur.
Tað er Olsengruppen í Austevoll í Norra, sum hevur keypt skipið, og skipið fær nú navnið Ole Ryggefjord, og skal avloysa eitt eldri uppsjóvarskip hjá felagnum.
Tað var týsdagin, at gamli Isafold loysti úr Hirtshals við kós móti Norra, og var tað Karsten Mølgaard, sum er ein av eigarunum, og sum hevur verið skipari seinastu mongu árini, sum førdi skipið til Norra saman við keyparunum.
Nýggi Isafold er eitt tað nýggjasta uppsjóvarskipið í danska flotanum, og hevur fyri stuttum landað størstu lastina av svartkjafti, sum nakrantíð er landað í Skagen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald