Innanlands

Norsk uppsjóvarskip landa lodnu í Fuglafirði

Gerda Marie landaði fyrst, og síðan slapp Kvannøy framat

Gerda Marie (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Gerda Marie (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-02-07 22:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Lodnufiskiskapurin undir Íslandi byrjar nú av álvara at taka seg upp.

Norska uppsjóvarskipið Gerda Marie hevur júst landað knapt 800 tons av lodnu til Pelagos, sum teir hava fiskað undir Íslandi.

Teir hava havt hampiligan fiskiskap, men prísurin er hinvegin sera høgur.

Pelagos kundi nemliga bjóða teimum 10,80 krónur kilo, sum er ein tann hægsti prísurin, sum er bjóðaur fyri lodnuna seinastu dagarnar.

Eitt annað norsk uppsjóvarskip kom á Fuglafjørð í dag, og er talan um Kvannøy frá Bodø.

Teir hava 370 tons av lodnu, sum teir skulu byrja at landa til Pelagos í kvøld.

Teir fáa eitt vet minni fyri lodnuna - 9,70 krónur, men sum framvegis er ein høgru prísur fyri lodnu.

[object Object]Kvannøy kom á Fuglafjørð seinnapartin - Mynd: Kiran Jóanesarson 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder