Norskt línuskip møguliga ávegis í føroyska flotan

Sum skilst hava nøkur føroysk reiðarí áhugað at keypa Østerfjord, sum kom á Havnina í gjárkvøldið

Norska línuskipið kom á Havina á midnatt (Mynd: Sasho Bjartsson)

Norska línuskipið kom á Havina á midnatt (Mynd: Sasho Bjartsson)

2020-07-07 07:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Á midnatt kom norska línuskipið Østerfjord á Havnina, eftir at hava fiskað í føroyskum sjógvi í eina tíð.

Sum skilst, so er skipið komið á Havnina ávegis til Norra, so nakrir áhugaðir keyparar úr Føroyum hava møguleikan at hyggja eftir skipinum.

Tó er ikki heilt greitt enn hvørjir áhugaðu keypararnir eru, men sum skilt er talan um eini trý feløg ymsastaðni í landinum.

[object Object](Mynd: Sasho Bjartsson)

Talan er um norska frystilínuskipið Østerfjord, sum er bygt í 1998, og sum í dag hevur heimstað í Vatne, sum er tætt við Ålesund, í Norra.

Skipið er upprunaliga bygt sum Geir, og varð selt tá ið nýggja skipið kom í 2010. Nýggi Geir, sum kom í 2010, er núverandi Klakkur úr Klaksvík.

Østerfjord AS skal yvirtaka ein nýbygning fyrst í komandi árið, og tí skal hetta skipið seljast.

Østerfjord, sum kom á Havnina í kvøld hevur sokallaðu Moonpool skipanina, sum ger, at manningin stendur inni og dregur fiskin umborð.

Tað er júst hendan skipanin, sum ger at áhugi nú verður, at endurnýggja seg umframt at fisivinnan hevur fingið tryggari karmar at virka undir, og nú kann leggja fiskiskapin betri til rættis.

Einasta skipið, sum er í flotanum, og eisini hevur hesa skipanina er Klakkur úr Klaksvík. 

Lítið var at frætta á kaiini í gjárkvøldið, men tað kann skjótt gerast greitt hvør tað verður, sum fer at arbeiða víðari við hesari verkætlanini at keypa Østerfjord.

[object Object]Nýggi Østerfjord skal latast felagnum fyrst í 2021

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder