Talan er um eitt uppsjóvarskip, sum einans fiskar við troli, og eitt, sum eisini kann fiska við nót.
Tað er norska felagið Cetus AS, sum hevur undirskrivað sáttmálað við Salt Ship Design um sniðgeving av sínum næsta nýbygningi. Fyrri nýbygningurin varð undirskrivaður fyrr í ár, og skipini verða rættiliga lík.
Skipini, sum verða 64 metrar lang, skulu fiska sild, makrel, lodnu og svartkjaft. Annað skipið, Cetus, sum varð undirskrivað fyrr í ár, skal einans fiska við troli, meðan Vikingbank, sum er seinna bíleggingin, skal fiska við troli og nót.
Tað verður norska skipasmiðjan Fitjar Mek, sum skal byggja bæði skipini, og tað vera norskir undirveitara, sum skulu veita útgerð til skipini.
Cetus skal latast reiðarínum í komandi ár, og Vikingbank skal latast reiðarínum í 2020. Bæði skipini kosta ímillum 200-250 milliónir norskar krónur.
Nýggi Vikingbank skal latast reiðarínum í 2020.
Nýggi Cetus skal latast reiðarínum í komandi ár, og skipið fiskar við troli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald