Innanlands

Norskur nýbygningur landar fyrstu lastina í Føroyum

Nýggjasta uppsjóvarskipið í norska flotanum kom í morgun inn 1.950 tons av svartkjafti til Havsbrún

Havfisk er nýggjasta skipið í norska uppsjóvarflotanum (Mynd: Jan Breiðaskarð)

Havfisk er nýggjasta skipið í norska uppsjóvarflotanum (Mynd: Jan Breiðaskarð)

2025-05-29 21:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta norska uppsjóvarskipið Havfisk kom í morgun á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Havfisk er júst latin norsku eigarunum frá donsku Karstensens Skibsværft skipasmiðjuni í Skagen, og fyrsti túrurin eydnaðist væl.

Teir hava 1.950 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún í Fuglafirði, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Havfisk avloysir eitt eldri uppsjóvarskip við sama navni, sum bleiv selt til Føroya í november 2021. Tað skipið eitur í dag Birita, og hevur heimstað í Tórshavn.

Tá ið Havfisk hevur landað, fer skipið aftur til fiskiskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder