Norska verksmiðjuskipið, Norwegian Gannet, hevur nú fingið eykaloyvi frá norska statinum til at sigla norskan alilaks til Danmarkar til víðari góðskingar.
Tað hevur verið eitt langt stríð hjá felagnum Hav Line at fáa hetta loyvi upp á pláss. Talan er um eitt undantaksloyvi, sum er galdandi til 1. desember 2030.
Skipið var bygt við tí endamáli at flyta alilaks beinleiðis úr alibrúkunum í Noregi til eina verksmiðju í Hirtshals.
Les eisini: Eitt nýbrot innan laksaframleiðslu
Undantaksloyvið snýr seg um sokallaða “produktiónsfiskin”, sum er alifiskur við sjónligum skaða. Loyvið ger, at hesin fiskur ikki skal sendast aftur til Noregs, men hann handfarast í Hirtshals.
Við hesum loyvi fær Hav Line nú møguleika at menna sítt virksemi við tað at veitingin av rávøruni til virkið í Hirtshals er tryggjað, skrivar Hirtshals Havn á heimasíðu síni.
Verkætlanin snýr seg um at kunna veita so feskan laks sum møguligt til evropeiska marknaðin. Norwegian Gannet er eitt skaltiskip, har fiskurin verður blóðgaður og reinsaður umborð á ferðini úr Noregi til Hirtshals. Á virkinum á havnini í Hirtshals verður fiskurin so sorteraður og pakkaður, so hann kann koyrast beinleiðis til kølidiskarnar longur suðuri í Evropa.
Á henda hátt verða minst 43 tímar í frakt spardir í flutningi. Hav Line vísir eisini á, at felagið harvið eisini er við til at minka um útlátið við tað at ein stórur partur av flutninginum verður fluttur frá lastbilum yvir í skipaflutning. Eisini økir hetta um trygdina á norska veganetinum, vísir felagið á, tí tað, sum Norwegian Gannet flytir, svarar til umleið 7.000 lastbilar við stórum viðfestivognum um árið.
Umframt laksin, sum Norwegian Gannet heintar úr Noregi og eisini Skotlandi, tekur virkið í Hirtshals eisini móti laksi úr Føroyum og Íslandi, skrivar heimasíðan hjá Hirtshals havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald