Innanlands

Nú fer Katrin Jóhanna til fiskiskap

Katrin Jóahnna kom til Føroyar fyri góðum tveimum vikum síðan

Savnsmynd (Mynd: Føroyska SJómansmissiónin)

Savnsmynd (Mynd: Føroyska SJómansmissiónin)

2018-12-28 07:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var ein stór løta tá ið stásuliga uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna stevndi á Miðvág fyri fyrstuferð fyrr í hesum mánaðinum.

Katrin Jóhanna, sum hevur ligið á Miðvági síðan skipið kom til Føroyar tann 11.december fer nú at rigga til at fara á svartkjaftaveiðu.

Loyvini eru nú komin uppá pláss, og nú verður riggað til at fara til fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Katrin Jóhanna skal fiska menningarkvotu, sum Snarfrost í Miðvági hevur fingið tillutað.

Talan er um eitt skip, sum er bygt í 1997, men hóast aldurin, er skipið í góðum standi.

Køliútgerðin er nýggj, og skipið hevur fiskað við nót meginpartin av tíðini skipið hevur verið í vinnu, og slíkur fiskiskapur slítur skipið ikki eins nógv, sum tá ið fiskað verður við troli.

Katrin Jóahnna er systurskip til Christian í Grótinum, sum Rasmussen familjan í Klaksvík lat byggja í 1998. Skipið kallast í dag Don Alfonso, og hevur heimstað í Kili. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder