Innanlands

Nú skal báturin blásast

Línubáturin Mýlingur fer í vikuni til Skotlands, har hann fær eina yvirháling

Mýlingur (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Mýlingur (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-04-25 20:05 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

-Ja, vit skulu vatnblása arbeiðsdekkið og lastina og so skal tað metaliserast. Harafturat skulu vit gera eitt nýtt og størri fristaríð til agnið. Annað viðlíkahald verður nokk eisini gjørt, tá báturin nú fær eina ordiliga yvirháling.

Tað sigur Per Mikkelsen, sum er reiðari og ein av eigarunum av línubátinum Mýlingi.

Arbeiðið skal gerast í Fraserburgh í Skotlandi og báturin fer avstað í vikuni. Arbeiðið byrjar síðst í apríl og tekur umleið ein mánað.

[object Object]Per Mikkelsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Vit hava góðar royndir av tí arbeiðið, sum felagið har ger. Fyri seks árum síðani var Volunteer og fekk somu yvirháling, og tað hevur hildið væl. Vit hava gjørt smávegis kanningar um at fáa arbeiðið gjørt aðrastaðni, men hava kortini valt at gera tað í Skotlandi. Har gera teir eitt gott arbeiðið fyri ein sámiligan prís, sigur Per Mikkelsen.

Tað er Sp/f Seiðagjógv á Eiði, sum eigur Mýling, sum er bygdur í 1999, er 18,8 m. langur og 5 m. breiður og er 89 bruttotons. Hann hevur fyrr kallast Hvítabjørn, Margit og Sigurður Einar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder