- Vit ætlaðu at laga tað soleiðis, at jólini vóru hildin í Føroyum, men nú hevur veðrið órógvað ætlanina, so nú verða tey óivað hildin á sjónum, sigur skiparin á Vermland, Jonhard Jóanesarson.
Hósmorgunin 14. desembur kom farmaskipið Vermland á Runavík. Kósin skuldi verða á Ísland, men vegna vánaliga veðrið, komu teir á Runavík at kroka, til veðrið batnaði. Leygardagin fóru teir víðari.
- Vit koma úr Norra og hava 2000 tons av laksafóðri inni, sum skal til ymiskar alistøðir í Íslandi. Vit vónaðu at klára runt Ísland við fóðrinum áðrenn jól, og so halda jólini í Føroyum, ávegis yvir aftur til Norra, men hetta vánaliga veðrið órógvar ferðina so mikið, at nú sær tað svart út fyri tí. Tað sigur skiparin, Jonhard Jóanesarson.
- Vit sigla í fastari rutu millum Norra og Ísland við alifóðri. Viðhvørt leggja vit inn á Føroyar, tá vit hava tíð til tað, ella okkurt smávegis skal geraast við skipið, sigur hann.
- Vit hava fingið góðan føroyskan mat um borð og ikki at gloyma jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum. Tí líða vit onga neyð, um vit halda jól í Íslandi, ella hvar tað nú verður, hóast við ynskja at vera heima á jólum, sigur Jonhard.
Seks føroyingar sigla við Vermland og tvær manningar hoyra til skipið. Teir eru umborð í seks vikur og hava frí í seks vikur.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald