Innanlands

Nýborg landar 500 tons av svartkjafti í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið úr Vági kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

2018-12-08 19:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýborg hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava umleið 500 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder