2022-01-25 11:46
Fyri einum tíma síðani, um døgurðatíð í Noreg, kom skrokkurin hjá nýggja Akrabergi á Brattvág.
Skipið skal nú gerast liðugt á skipasmiðjuni Vard, sum eisini eigur verksmiðjuna í Rumenia, sum hevur gjørt skrokkin.
Eftir ætlan verður nýggi Akraberg latin Framherja síðst í juni mánaða.
Vit eru á staðnum, og seinni kemur ein stór myndarøð á Fiskur.fo og á Portalin í sambandi við, at skrokkurin er komin til Norra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald