Innanlands

Nýggi Akraberg verður handaður Framherja fríggjadagin

Fríggjadagin verður nýggi Akraberg handaður Framherja í Brattvåg, har nógv verður gjørt burturúr hendingini

Nýggi Akraberg kom til Brattvåg í januar, og nú skal skipið handast eigarunum í Fuglafirði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Nýggi Akraberg kom til Brattvåg í januar, og nú skal skipið handast eigarunum í Fuglafirði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-06-28 21:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í mars í 2020, at Framherji kundi kunngera, at felagið hevði undirskrivað sáttmála um ein nýggjan verksmiðjutrolara frá Vard skipasmiðjuni í Norra. 

Skrokkurin kom til Brattvåg í januar og nú er skipið liðugt, og skal handast Framherja fríggjadagin í hesari vikuni.

Stór móttøka verður fyri innbodnum fríggjadagin, tá ið skipið verður doypt og handað hjúnunum Anfinni og Elisabeth Olsen í Fuglafirði.

Nýggi Akraberg er fyrsti nýbygningurin, sum felagið Framherji letur byggja síðan felagið varð sett á stovn í 90'unum.

Nýggi Akraberg er 84 metrar langur, og 17 metrar breiður. Talan verður um ein tann mest framkomna verksmiðjutrolaran av sínum slag.

Í síðsta mánað fór gamli Akraberg til Danmarkar, har skipið skuldi málast og ymsar dagføringar gerast í verksmiðjuni í samband við at skipið bleiv selt til Íslands.

Nýggi Akraberg kostar umleið 320 milliónir krónur at byggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder