
Í dag yvirtók Framherji nýggja verksmiðjutrolaran Akraberg frá skipasmiðjuni Vard í Brattvåg.
Talan er um ein stóran og framkomnan verksmiðjutrolara, sum Framherji hevur latið byggja fyri knappar 380 milliónir krónur.
Nú skal tað endaliga fáast uppá pláss, og síðan fer skipið beinleiðis til fiskiskap úr Norra.
Eyðun á Bergi, úr Klaksvík verður skipari fyrsta túrin, og hann verður avloystur av Erlandi Olsen úr Rituvík.
Dópur verður í morgin.
Meira kemur seinni.
-
Akraberg við bryggju í Brattvåg
-
-
Jógvan Ingvard Olsen heysaði føroyska flaggið tá skipið varð yvirtikið
-
-
-
-
Eyðun á Bergi, skipari og Anfinn Olsen, reiðari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald