Í morgun kom grøna íslendska uppsjóvarskipið, Hoffell, á Havnina í sambandi við at skipið skal skrásetast í føroyska flotanum.
Hoffell, sum skipið kallast í dag, fær helst navnið Ango, og tað er felagið Ango í Vági, sum skal eiga skipið.
Íslendsku eigararnir hava keypt danska uppsjóvarskipið Asbjørn úr Hirtshals, og í keypsavtaluni gekk eldra uppsjóvarskipið Hoffell í býti.
Hetta inniber so eisini broytingar í føroyska flotanum, tí Ango, sum er fyrrverandi Junior úr Hirtshals, skal aftur til familjuna Magnussen, har skipið nú skal fiska inntil felagið hevur útvegað sær annað skip.
Um familjan Magnussen í Hirtshals fer at keypa eitt nýggjari, men tó brúkt skip, ella um felagið fer at byggja nýtt, er enn ógreitt.
Hoffell, sum er bygt 1999, er eitt ár eldri enn Ango. Skipið er 1775 bruttotons til støddar, og 68 metrar langt og 13 metrar breitt.
Ango er bygt á Karstensens Skipasmiðjuni í Skagen í 2000, og er 1198 bruttotons til støddar og 56 metrar langt og 12 metrar breitt.
Ango kom í føroyska flotan í november í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald