Innanlands

Nýggi Eysturbúgvin er ávegis til Føroyar

Nýggi Eysturbúgvin er ávegis til Føroyar, har nýggju eigararnir skulu yvirtaka skipið

Mostein er ávegis til Føroyar, har skipið skal latast nýggju eigarunum og fáa navnið Eysturbúgvin

Mostein er ávegis til Føroyar, har skipið skal latast nýggju eigarunum og fáa navnið Eysturbúgvin

2023-03-26 19:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norska uppsjóvarskipið Mostein er ávegis til Føroyar. Skipið er selt til Dals, og skal fáa navnið Eysturbúgvin. 

Tað er norska uppsjóvarskipið Mostein, sum er keypt til Føroyar fyri 35 milliónir krónur.

Skipið, sum skal skrásetast í Dali, fær navnið Eysturbúgvin, og skal nú fiska einsamalt, ímun til gamla Eysturbúgvan, sum var partrolari, og fiskaði saman við Vesturbúgvanum.

Mostein er 45 metrar langur, og varð bygdur í 2001. Skipið er nakað størri enn undanfarni Eysturbúgvin. Handanin av nýggja skipinum er nakað seinkað, tí upprunaliga var avtalan, at skipið skuldi yvirtakast umleið 1. mars.

Nýggi Eysturbúgvin skal avloysa djúphavstrolaran, við sama navnið sum sakk 14. apríl í fjør, tá ið Vesturbúgvin sigldi á Eysturbúgvan. Skipini vóru á fyrsta gulllaksatúrinum í fjør, tá ið óhappið hendi.

Upphæddin á nýggja Eysturbúgvanum er umleið 35 milliónir krónur, sum svara til upphæddina, sum reiðaríið hevur fingið frá tryggingini.

Væntandi fer skipið at byrja við at fara á gulllaksaveiðu. Skipið hevur eisini tanga, og kann fiska bæði makrel og sild. Ætlanin er eisini, at skipið fer at royna eftir upsa. 

Yvirtøkan av nýggja Eysturbúgvanum verður í komandi viku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder