2023-03-28 10:02
Uppsjóvarskipið Mostein, sum skal vera nýggi Eysturbúgvin, kom á Havnina í nátt.
Skipið er keypt úr Norra fyri 35 milliónir, og loysir gamla Eysturbúgvan, sum sakk í fjør, av.
Navnið verður Eysturbúgvin, og skipið skal skrásetast í Dali.
Mostein er 45 metrar langur, og varð bygdur í 2001. Skipið er nakað størri enn undanfarni Eysturbúgvin.
Eigararnir yvirtaka skipið í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald