Nýggi Høgaberg, sum seinastu tíðina hevur verið í ger hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, verður eftir ætlan latin eigarunum í Fuglafirði heilt skjótt.
Høgaberg hevur verið seinastu royndartúrararnar, og í gjár var skipið ein rættuliga umfatandi royndartúr, sigur Jógvan Ingvard Olsen, sum er eftirlitsmaður hjá Framherja í Skagen.
Anfinn Olsen, reiðari, hevur sagt at eftir ein slíkan túr kunnu tað ganga 14 dagar til ein mánaða til skipið er klárt at latast eigarunum, og nógv bendir á, at skipið kemur í føroyska flotan um eini 14 dagar.
Talan er um eitt 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt uppsjóvarskip, sum skal latast Framherja. Skipið er nakað seinkað, tí eftir ætlan skuldi nýggi Høgaberg koma á Fuglafjørð síðsta summar, og kostar umleið 340 mio krónur at byggja.
Nýggi Høgaberg er so at siga systurskip til Finn Fríða hjá Varðanum, tó at nýggi Høgaberg lastar umleið 400 tons meira. Ein annar munur er eisini at nýggi Høgaberg hevur tveir høvðusmotorar. Tveir Bergen 6L33:45 3600 kW motorar, sum tilsamans hava knapt 9.800 hk.
Sum skilst á lagnum, so er ikki óhugsandi at Høgaberg fer beint til fiskiskap áðrenn tað kemur til Føroyar fyri fyrstu ferð, og hetta er ikki ókent fyri Framherja í Fuglafirði.
Tá ið Framherji yvirtók Akraberg fyri nøkrum árum síðani, fór skipið beint til fiskiskap eftir at tað var yvirtikið og doypt í Noregi.
Nýggi Høgaberg skal fiska makrel, sild, svartkjaft og lodnu tá ið føroyingar kunnu fiskað lodnu í íslendskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald