Nýggi Jupiter, sum hevur heimstað í Kollafirði, er nú ávegis til Føroyar.
- Skipið loysti í dag, og verður her mikudagin, upplýsir reiðarin, Jógvan Martin Ferjá Joensen.
Tað tekur tveir dagar at sigla, og skipið verður her eftir ætlan mikudagin.
Tað er hetlendska skipið Altaire, sum er komið í føroyska flotan fyri Jupiter, sum felagið hevur átt í knapt trý ár.
- Vit hava keypt eitt yngri skip, sum einans hevur siglt í 29.000 tímar hóast skipið er bygt 2004. Gamli Jupiter er bygdur í 1994, so tað kemur at merkjast hjá manningini, segði Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari, tá ið Portalurin tosaði við hann í februar.
Skipið er dagført eitt sindur í sambandi við, at skipið er komið undir føroyskt flagg. Eitt nú eru returrør sett í, sum gera umstøðurnar betri til svartkjaftafiskiskapin, og so skuldi skipið hava tað, sum man kallar fyri automatiskar lemmar, og í hesum sambandi skal kjølurin útgerast soleiðis, at tað riggar til fiskiskapin.
Nýggi Jupiter er systurskip til Finn Fríða, og knapt 10 ár yngri enn undanfarni Jupiter, sum hevur fingið navnið Gamli Jupiter, og er selt til Framherja í Fuglafirði, sum skal brúka skipið til skiftisskip, til Framherji fær handað ein nýbygning í 2024.
Myndina niðanfyri hevur Henning Hansen tikið, meðan skipið lá í Skagen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald