Innanlands

Nýggi Jupiter: Hava fingið eitt munandi betri skip

Í gjár varð nýtt skip skrásett í Kollafirði. Skipið er keypt fyri umleið 85 milliónir krónur, upplýsir reiðarin

Nýggi Jupiter kom í føroyska flotan í gjár (Mynd: Ivan Reid)

Nýggi Jupiter kom í føroyska flotan í gjár (Mynd: Ivan Reid)

2023-02-23 19:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Felagið P/f Jupiter í Kollafirði fekk í gjár nýtt skip.

Tað er hetlendska skipið Altaire, sum er komið í føroyska flotan fyri Jupiter, sum felagið hevur átt í knapt trý ár.

- Vit hava fingið eitt yngri skip, sum einans hevur siglt í 29.000 tímar hóast skipið er bygt 2004. Gamli Jupiter er bygdur í 1994, so tað kemur at merkjast hjá manningini, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari, sum er væl nøgdur við handilin.

Reiðarin leggur afturat, at skipið liggur í Skagen nú, og nú skal ymiskt gerast við skipið.

- Vit yvirtóku skipið í gjár, og nú skal skipið dagførast eitt sindur í sambandi við, at skipið er komið undir føroyskt flagg. Vit skulu eitt nú hava returrør sett í, sum gera umstøðurnar betri til svartkjaftafiskiskapin, og so skulu vit hava tað, sum man kallar fyri automatiskar lemmar, og í hesum sambandi skal kjølurin útgerast soleiðis, at tað riggar til fiskiskapin, sigur reiðarin.

Vit spurdu reiðaran hvat størsti munurin er á hesum Jupiter og gamla skipinum, og her sigur hann, at nýggja skipið er breiðari, og hetta gevur møguleikar, sum reiðaríið ikki hevur havt. 

- Vit fáa fleiri fiskidagar, og tað meinast við, at vit fara at kunna fiska í verri veðrið og sigla inn at landa í verri veðrið, og hetta er beinanvegin ein fyrimunur, sigur reiðarin, sum leggur aftrat, at nýggi Jupiter kostaði umleið 85 milliónir krónur at keypa, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.

[object Object](Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gamli Jupiter seldur, men verður verandi í flotanum
Nú reiðaríið P/f Jupiter hevur keypt nýggjari og størri skip, so mátti gamla skipið seljast.

- Ja, vit hava selt gamla Jupiter til Framherja í Fuglafirði, sigur Jógvan Martin Ferjá, sum ikki ynskir at viðmerkja meira um handilin millum teir og Framherja, av tí at hann heldur, at tað ikki er teirra borð at úttala seg um.

Anfinn Olsen, reiðari í Framherja, hevur tó nevnt, at núverandi Høgaberg er seldur av landinum í sambandi við at Framherji letur nýtt skip byggja í Skagen, og tí fer felagið at mangla eitt skip inntil nýggi Høgaberg kemur í flotan. 

Vænta at smærru aktørarnir sleppa at fiska meira
Nýggi Jupiter lastar eitt vet meira enn undanfarni Jupiter. Jógvan Martin Ferjá Joensen heldur, at hetta kann vera ein fyrimunur.

Hann sigur, at røddir hava verið frammi um, at svartkjaftakvotan helst verður økt, og at tað verða teir smærru aktørararnir, sum sleppa at fiska meginpartin av hesum partinum. 

- So um tað verður, sum spátt verður, so er tað avgjørt ein fyrimunur, heldur hann.

Jógvan Martin Ferjá Joensen upplýsir, at nýggi Jupiter kemur til Føroyar í mars mánaða, og fer helst til fiskiskap fyrst í apríl.

Skipið fer ikki at skifta farvu, tí tað passar seg soleiðis at gamli Jupiter er upprunaliga bygdur sum Altaire, og hevur havt sama lit síðan skipið bleiv bygt. Altaire, sum nú er nýggi Jupiter hevur sama lit, og tí er ikki neyðugt at mála skipið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder