Innanlands

Nýggi Kambur kemur leygardagin

Móttøka verður á havnarlagnum á Hulki leygardagin klokkan 14

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-11-04 11:32 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Leygardagin 7. november klokkan 14 kemur nýggi Kambur til Føroya.

Í tí sambandið skipar Sjóvar kommuna fyri almennari móttøku á havnalagnum á Hulki.

Koronatilmælini verða fylgd og øll vitjandi vera skrásett, sigur Sjóvar kommuna.

Menn eru farnir til Norra eftir skipinum, og fara ætlandi út úr Norra í morgin við kós móti Føroyum. Skipið siglir til Føroyar undir norskum flaggi.

Okkurt smávegis skal gerast við skipið áðrenn farið verður til fiskiskap. Eisini skal tað broyta navn til Kambur og skrásetast í føroysku skipaskrásetingini.

Sjómansmissiónin hevur fingið nakrar myndir frá føroyska maskinmanninum, sum hevur verið við síðsta túrin.

Les eisini: M&S á Strondum keypir norska frystilínuskipið Østerfjord

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder