Innanlands

Nýggjur Kambur kemur í oktober

M&S á Strondum keypir norska frystilínuskipið Østerfjord

Østerfjord á Havnini í juli mánað (Mynd: Sasho Bjartsson)

Østerfjord á Havnini í juli mánað (Mynd: Sasho Bjartsson)

2020-09-14 17:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggjur Kambur kemur í føroyska flotan síðst í oktober. Hetta váttar Mortan Mortensen, skipari á Kambi og ein av eigarunum av felagnum M&S á Strondum, sum eigur Kamb, fyri Sjómansmissiónini.

Portalurin skrivaði um hetta fyri einari viku síðani, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið viðmerking frá reiðaranum um málið.

[object Object](Mynd: Sasho Bjartsson)

Nýgga farið, sum verður keypt til Føroya er norska frystilínuskipið Østerfjord, sum er bygt í 1998. Tað er 45.65 metrar langt og 10.90 metrar breitt og lastar 320 tons. Motorurin er ein B &W Alpha Diesel á 1305 hk.

Skipið hevur dragibrunn, og tí draga teir línuna upp gjøgnum skipið. Østerfjord er nokk fyrsta skipið, sum fekk dragibrunnin at rigga ordiliga,

- Vit hava keypt skipið úr Norra, og tað fer at sigla til Føroyar undir norskum flaggi og verður so yvirtikið her. Okkurt smávegis skal gerast við skipið, sum til dømis skifta frystievni út, áðrenn farið verður til fiskiskap. Skipið er í góðum standi, so tað verður spennandi, sigur Mortan Mortensen við Føroysku Sjómansmissiónina.

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, er núverandi Kambur seldur Háldan Haldansen og felagið P/F HKO í Vestmanna.

Les eisini: Kambur seldur til Vestmannar

[object Object]Núverandi Kambur (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder