2024-05-03 13:58
Síðan Eysturbúgvin sakk í 2022, hevur Vesturbúgvin næstan ikki verið í vinnu, men nú hevur reiðaríið hjá Vesturbúgvanum keypt uppsjóvarskip, sum skal loysa av.
Tað var í mars, at vit skrivaðu um, at keypið var á veg, og tá hevði skipið eisini fingið eyðkendu litirnar. Nú er skipið so yvirtikið og skrásett í føroyska flotanum.
Talan er um norska uppsjóvarskiðið Krossøy, og er bygt í 2011. Skipið er 43 metrar langt og 12 metrar breitt. Skipið hevur ein 2.000hk Yanmar motor, og er 906 bruttotons til støddar.
Prísurin er góðar 55 milliónir krónur.
Nýggi Vesturbúgvin liggur í løtuni við bryggju í Bergen.
Gamli Vesturbúgvin hevur fingið navnið Norðfinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald