Nýggi Vesturvarði var flotaður aftur mánadagin, longdur og nýmálaður, og er ikki sørt snotuligur á at líta.
Soleiðis byrjar heimasíðan vagaskip.dk hjá Jan Erik Simonsen greinina, sum hann hevur givið okkum loyvi at leggja út.
Hjá reiðarínum vænta tey at Vesturvarði verður á Sørvági um einar 3-4 vikur og eru tey sera spent uppá hvussu nýggja skipið fer at roynast.
Tað var hin 11. november í 2022 at Vesturvarði var skrásettur undir føroyskum flaggið við havnastavunum VA214 og Sørvági sum heimstað.
Skipið er bygt í 2019 hjá skipasmiðjuni Kynde & Toft í Thyborøn, til eigarar í Kirkwall á Orknoyggjunum, og fekk skipið tá navnið Aalskere við havnastavunum K373 og heimstað í Kirkwall.
Teir settu skipið til sølu í 2022, orsaka av minkandi kvotum tillutaðar teimum. Upprunaliga var Aalskere 35,25 metrar og tá sørvingar keyptu skipið, var avgjørt beinavegin at leingja tað við 6 metrum.
Tískil er Vesturvarði 41,25 metrar langur, nú hann er flotaður aftur og nærum klárur til fiskiskap. Hetta arbeiði er gjørt hjá somu skipasmiðju sum bygdi skipið í 2019, Kynde & Toft í Thyborøn í Vesturjyllandi.
Tað arbeiði byrjaði í januar. Høvuðsmotorurin í Vesturvarða er av slagnum Anglo Belgian 6DZC-830-113-A við 1360 kW ella 1800 Hk.
Ætlanin er at royna við tveimum trolum. Skiparar á Vesturleika vera teir somu, sum á tí gamla, Heðin Hansen og Herning Simonsen, sum koma at skiftast, annan hvønn túr.
Tann fimti við navninum
Hetta er fimti Vesturvarði við navninum, teir frammanundan hava verið: Vesturvarði (1939), Vesturvarði TN (1969), Vesturvarði (1984), Vesturvarði (2009) og nú Vesturvarði (2022).
Og um fari verður enn tættari at navninum: Fyrstur var koltrolarin Vesturvarði VA214 hjá Vága Trolarafelag, keyptur í 1939 og var fyrsti koltrolari í Vágum.
Næstur var rækjutrolarin Vesturvarði TN487 hjá navnframa skiparanum John Dam úr Vestmanna, sum kom í 1969.
Tað var S/F 31.12.68 við Oddur Niclasen sum reiðara, sum átti skipið. Triðjur var Vesturvarði VA214 bygdur á Skála skipasmiðju í 1984 til P/F Vesturleiki við Jósupi Henriksen, skipara á odda Fjórður var Vesturvarði VA323, sum kom til Sørvágs í 2009, fyrrverandi Kallsevni úr Havn og upprunaliga bygdur sum Oddeyrin í 1986 á Slippstøðin í Akureyri.
Tað var P/F Nofa við Tummas Henriksen á odda sum átti hann. Og nú tann fimti Vesturvarði VA214, bygdur í 2019 og keyptur til Sørvágs í 2022.
Tað er P/F Suðringur við Tummas Henriksen sum reiðara, ið eigur skipið. Ynskt verður manning og reiðarí hjartaliga tillukku við skipinum.
Myndirnar hevur vagaskip.dk fingið frá Tummasi og Bárður Henriksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald