Árni Skaale, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lýst kunngerð, sum broytir skipanina í fiskiskapi eftir hummara so at bátar, ið ikki hava hummaraloyvi, nú aftur kunnu fiska hummara til húsbrúks.
Frammanundan var treyt fyri at fiska hummara, at tú hevði hummaraloyvi – eisini um bert varð fiskað til húsbrúks. Henda treyt kom í regluverkið fyrst í 2021, eftir at vinnuligu hummarabátarnir høvdu gjørt vart við, at teir kendu seg darvaðar av vaksandi og óskipaðari veiðu til húsbrúks.
Men broytingin rakti tey, sum av og á settu nakrar rúsir fyri at fáa sær eitt kók av hummara, og sum ikki høvdu hummaraloyvi. Við kunngerðini, sum nú er lýst, er serlig skipan gjørd, so tað aftur ber til at fiska hummara til húsbrúks uttan at hava hummaraloyvi ella annað fiskiloyvi frá Vørn. Loyvt er tó ikki at avreiða ella á annan hátt selja fongin, skrivar Fiskimálaráðið.
Í veiðu til húsbrúks er loyvt at hava í mesta lagi 15 rúsur standandi í sjónum í senn. Annars galda somu teknisku reglur um reiðskap, merking av reiðskapi, minstamát á hummara o.a., sum eru í vinnuliga fiskiskapinum.
Fiskimálaráðið ger tó vart við, at broytingin fevnir ikki um økini sunnan fyri Streymin í Sundalagnum, á Kollafirði, á Skálafirði, á Kaldbaksfirði, á Tangafirði og á Funningsfirði. Á hesum økjum er framvegis bert loyvi at fiska hummara, um tú hevur vinnuligt hummaraloyvi sambært kunngerðini um vinnuligan fiskiskap eftir hummara. Hetta eru tey økini, har mesta vinnuliga hummaraveiðan er.
Landsstýrismaðurin fer at fylgja væl við, hvussu nýggja skipanin við hummaraveiðu til húsbrúks fer at roynast, og um tørvur verður á, at reglurnar verða endurmettar, skrivar Fiskimálaráðið.
Kunngerðin um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald