Nýggjasta fiskiskipið í grønlendska flotanum er ávegis til Føroyar.
Nýggja Regina C fór úr Spania, har skipið er bygt, mánadagin, og setti kós móti Føroyum.
Regina C skal bunkra í Fuglafirði, har teir vera á middegi í morgin.
Skipari umborð er Jóan Pauli Olsen úr Fuglafirði. Skiparin, sum hevur siglt í Grønlandi í fleiri ár, sigur at teir koma á Havnina eftir at teir hava bunkrað.
Eftir ætlan skuldu teir koma á Havnina leygardagin, men tað hevur gingið munandi skjótari enn vænta.
- Tá ið vit eru lidnir at bunkra skulu vit á Havnina, har vit skulu hava útgerð frá Vónini, áðrenn farið verður víðari til Grønlands.
Nýggja Regina C er ein munandi størri rækjutrolari enn undanfarna Regina C, sum varð bygd í 2002.
Skipið er knappar 80 metrar langt og heili 17 metrar breitt.
Fyrrverandi Regina C kallast í dag Merike, og hevur heimstað í Tallin. Skipið er 70 metrar langt og knappar 15 metrar breitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald