Innanlands

Nýggjasta uppsjóvarskipið í íslendska flotanum á Fuglafirði

Vilhelm Thorsteinsson skal fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi á sínum fyrasta túrið

Mynd: Høgni Hansen

Mynd: Høgni Hansen

2021-04-11 22:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í morgun var nýggjasta uppsjóvarskipið í íslendska flotanum á Fuglafirði.

Talan er um stóra nýbygningin Vilhelm Thorsteinsson, sum er bygdur í Skagen, og sum júst er latin eigarunum.

Sum skilst, so skuldi Vilhelm Thorsteinsson heinta ein persón í Fuglafirði, áðrenn skipið fór á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, har fleiri russisk, íslendsk og okkurt føroysk skip eisini roynir.

Vilhelm Thorsteinsson er knappar 90 metrar langur, og knappar 17 metrar breiður.

Skipið er bygt á Karstensens Skibsværft, sum í løtuni er í gongd við at gera systurskipið hjá Vilhelm Thorsteinsson, Børkur, liðugt, sum skal handast eigarunum í Íslandi seinni í ár.

Sama skipasmiðja skal eisini byggja nýggja Christian í Grótinum.

[object Object]Vilhelm Thorsteinsson í Íslandi fyri fyrstuferð - Mynd: Samherji 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder