Uttanlands

Nýtt norskt uppsjóvarskip latið reiðarínum

Talan er um enn ein nýgbygning frá Karstensens Skibsværft í Skagen

2019-03-07 19:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norska reiðaríið Strand Havfiske, hevur nú yvirtikið nýggja uppsjóvarskipið Strand Senior.

Nýggja skipið skal avloysa eitt eldri uppsjóvarskip við sama navnið, sum er bygt í frá 1999, og sum nú skal seljast.

Skipið kostaði  knappar 300 milliónir at lata byggja í Danmark, og er eitt av fleiri uppsjóvarskipum, sum Karstensens SKibsværft hevur latið bygt og letur byggja til Noregs.

Nýggja skipið er 75 metrar langt og 15,30 metrar breitt og lastar góð 2300 tons. 

Strand Senior hevur heimstað í Ålesund, og leygardagin verður skipið opið fyri almenniginum.

Strand Senior skal fiskað svartkjaft, makrel, sild og nebbasild. Veiðan skal virkast bæði tli ídnað og matna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder