Fyri fisk og onnur djór, sum liva nær botni, er hitin niðri við botn – botnhitin – eitt tað týdningarmesta til at avgera, um tey trívast ella ikki.
Bæði fiskimaðurin og fiskifrøðingurin kunnu tí hava stórt gagn av góðum kunnleika um botnhitan á ymiskum leiðum, og hvussu hann broytist við tíðini. Síðan hon byrjaði sítt virksemi (sum Fiskirannsóknarstovan) hevur Havstovan savnað eina rúgvu av tilfari, sum kann økja um henda kunnleika, og eisini er tilfar savnað av øðrum.
Nýggja ritið er ein roynd at samanfata hetta tilfar uttan at fara alt ov nógv í smálutir, so at tað kann vera lætt at lesa hjá øllum áhugaðum, skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Ritið liggur á heimasíðuni hjá Havstovuni og fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald