2022-10-28 06:57
Vágamen keypa Aalskere úr Orknoyggjunum fyri Vesturleika, sum fyrr í ár varð seldur til Russlands.
BBC Radio Orkney skrivar um keypið av nýggja skipinum, sum bara er hálvt triðja ára gamal.
Minkandi kvota og høgi oljuprísurin eru orsøkin til, at núverandi eigarar velja at selja skipið, skrivar BBC.
Sum vit skilja, verður skipið yvirtikið um einar 14 dagar ella so. Talan er um ein ísfiskatrolara í mun til frystitrolara, sum Vesturleiki var og Brestir er.
Sum skilst er ætlanin, at skipið skal leingjast tá tað er skrásett í Føroyum.
Nýggi Vestuleiki er 35 metrar langur og 11 betrar breiður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald