Skipasøga

Ocean Pride kallast nú Newfound Pioneer

Fyrrverandi føroyski rækjutrolarin, ið hevði heimstað á Signabø í tvey ár, kallast nú Newfound Pioneer

Mynd: G.J. Haraldsson/Shipspotting.com

Mynd: G.J. Haraldsson/Shipspotting.com

2014-11-22 19:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrrverandi føroyski rækjutrolarin, ið hevði heimstað á Signabø í tvey ár, kallast nú Newfound Pioneer, og hevur heimstað í Kanada.

Newfound Pioneer varð bygdur til eitt felag í Kanada í 1989, men varð síðan seldur til Íslands í 1994 og fekk navnið Svaldbakur. Svaldbakur varð keyptur til Føroyar úr Íslandi í 2001 og fekk navnið Ocean Pride. Ocean Pride varð seldur aftur í 2003, og fekk tá aftur heimstað í Kanada. Tað var felagið Newfound Resources St.john's, ið keypti skipið fyri 11 árum síðan og skipið hevur framvegis somu eigarar.

Ocean Pride var ein av mongum rækjutrolarum, ið vóru seldir av landinum tá ið rækjuprisirnir lækkaðu og oljuprísurin hækkaði munandi fyrst í 2000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder