Innanlands

Okkara fremsta mál er at verja okkara høv ímóti ovfisking

Væleydnað norðuratlantisk ráðstevna verið í Føroyum hesa vikuna

2018-08-29 20:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur verið vertur hesa vikuna fyri Ráðstevnu Norðuratlantisku Fiskimálaráðharranna í Føroyum. Fiskimálaráðharrar og leiðandi embætismenn úr Føroyum, Kanada, Evropasamveldinum, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Russiska Samveldinum luttóku á ráðstevnuni, har evnið var “Sustainable Ocean Governance”.

Høgni Hoydal setti ráðstevnuna mánamorgunin við at staðfesta, at norðuratlantisku tjóðirnar eru at rokna sum stórhavstjóðir í heimshøpi. Hann helt fram, at okkara fremsta mál er at verja okkara høv ímóti ovfisking, eins og ólógligum, ófráboðaðum og óskipaðum fiskiskapi, sum eru ein hóttan ímóti heilum fiskasløgum, umframt matvørutrygdini, og á tann hátt at varðveita høvini sum okkara mest virðismikla matkova fyri sjógæti.

Fiskimálaráðharrarnir vóru á einum máli um, at tað er bráðneyðugt at hava eina heildarætlan fyri heimsfevnandi nýtsluna av tilfeingi úr høvum okkara til tess at virka fyri, at høvini verða stjórnað á ein burðardyggan hátt til frama fyri verandi og komandi ættarlið samsvarandi burðardyggari nýtslu av sjófeingi og í samljóði við at varðveita havlívfrøðiligt margfeldi sum heimsmál 14 (SDG14) leggur dent á.

Fiskimálaráðharrarnir viðgjørdu eisini onnur viðurskifti av stórum týdningi, eitt nú dálkingina av okkara høvum við plasti og øðrum burturkasti, hvussu vit kunnu fremja ein burðardyggan bláan búskap, hvussu vit kunnu økja um vísindaligar kanningar av høvunum og harvið savna saman meira taltilfar um høvini og hvussu vit kunnu fullnýta okkara sjófeingi sambært meginregluni “alt í land”, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni.

Á ráðstevnuni fingu fiskimálaráðharrarnir eisini høvi til at fara eina útferð, ið byrjaði umborð á russiska skúlaskipinum “Kruzenshtern” við miðmála. Síðani helt útferðin fram undir Vestmannabjørgunum, Miðvágsbjørgunum, Víkum og endaði á Sørvágsfirði við mótasýning við klæðum úr tilfari úr havinum.

Fiskimálaráðharrarnir fóru av aftur landinum í dag eftir at hava verið í Føroyum síðan sunnudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder