2022-10-03 11:15
Um vikuskiftið mátti Tjaldrið sleipa Oknina á Fuglafjørð.
Tað var leygardag fyrrapart, beint eftir klokkan 15, at boðað varð frá, at Oknin hevði fingið um skrúvuna, skrivar Vørn.
Skipið var tá statt 70 fjórðingar úr Mykinesi. Í gjárkvøldið kom Tjaldrið á Fuglafjørð við Oknini.
Oknin, ið hoyrir heima í Saltangará, varð bygd í 1978. Skipið er 33,76 metrar langt og 7,62 metrar breitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald