Innanlands

Oknin og Thor skifta motor

Verða klárir til fiskiskap skjótt

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-06-15 08:57 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Síðstu mánaðirnar hava garnaskipini Oknin og Thor fingið nýggjar motorar ísettar.

Oknin fekk trupulleikar við motorinum um mánaðarskiftið februar/mars. Tað var sami motorur, sum varð settur í skipið, tá tað varð bygt í 1978. Trupulleikarnir vóru so mikið álvarsamir, at avgerð varð tikin um at skifta motorin.

Síðstu vikurnar hevur skipið ligið við bryggju í Runavík, har maskinverkstaðið Mekanik hevur sett ein nýggjan 600 hk. Mitsubishi motor og nýtt gear í skipið.

Eftir ætlan verður skipið klárt til fiskiskap seinni í vikuni. Oknin varð sandblást og málað síðsta ár, so nú er hon í fínasta standi.

Thor hevði ein gamlan motor, sum varð settur í skipið tá tað varð bygt í 1963. Thor hevur síðstu mánaðirnar ligið á Oyri, har ein nýggjur 600 hk. Volvo motorur og nýtt gear eru sett í skipið. Samtundis hevur skipið fingið tveir nýggjar ljósmotorar. Sostatt kan sigast, at nærum alt maskinrúmið er nýtt.

Thor stendur nú á beding í Havn og skal í komandi viku til Skagen, har hann skal plettsandblásast og málast. Eftir tað verður skipið klárt aftur til fiskiskap og verður tá í eisini í fínasta standi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder