Bretskir politikarar ætla sær at seta Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, kritiskar spurningar viðvíkjandi russiskum trolarum í føroyskum og bretskum sjóøki, tá løgmaður í dag vitjar í Westminster.
Konservativi skotski tjóðartingslimurin, David Duguid, ætlar at reisa spurningin um føroyska lyftið at geva russiskum svartkjaftatrolarum atgongd til fiskileiðirnar, sum Bretland og Føroyar eru felags um.
Tað sigur David Duguid við skotskar miðlar, eitt nú Buchan Obsserver.
Tjóðartingslimurin, sum er umboð fyri Banff and Buchan á landnyðringshorninum av Skotlandi, sigur, at tað moralskt ikki er rætt at loyva hesum, og tí fer hann at seta løgmanni fyrispurningin.
David Duguid, MP fyri Banff og Buchan
Løgmaður vendir blinda eygað til
Hann ætlar sær eisini at spyrja, hví løgmaður “vendur blinda eygað” til barbariska stýrið hjá Putin forseta.
Bretska blaðið greiðir frá, at felagsøkið av fyrstan tíð varð ætlað til leiting eftir olju og gassi, men er eisini umfatað av fiskiveiðiavtaluni, ið gevur londunum møguleika at lata til triðjapart.
Men bretar eru eisini ónøgdir yvir, at føroyingar hava økt svartkjaftakvotuna úr 82.000 tonsum til 267.413 tons í stríð við lívfrøðiligu tilmælini.
- Einki land eigur at stuðla harðrenda stýrinum hjá Putin og tí loyvir bretska stjórnin ikki nøkrum fari undir russiskum flaggi at fiska yvirhøvur í bretskum sjógvi. Og Føroyar áttu at gjørt tað sama.
- Eg fari eisini at biðja um eina frágreiðing um, hví Føroyar og Noreg einsæris hava økt sínar svartkjaftakvotur í stríð við vísundaligu ráðgevingina, sigur David Duguid, og leggur afturat:
- Vónandi fer fundurin at fáa Bárð á Steig Nielsen til at hugsa seg um av nýggjum og støðga hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald