Á middegi í dag kom útróðrarbáturin Stakkavík í Klaksvík aftur av útróðri. Andru Poulsen, er eigari og skipari, og hann letur væl at útróðrinum, hóast hetta vanliga er vánalig tíð til útróður.
Sjómanstrúboðarin fekk orð á Andru, sum var væl nøgdur við túrin.
- Vit hava verið norðanfyri við 40 stampum og hava knapt 7000 pund ella 3500 kg. Størra helvtin er toskur, tí vit hava 7 kør av toski og 6 av hýsa, sigur hann.
- Hvussu er fiskurin fyri?
- Hann er væl fyri. Sjálvandi er hann ikki væl fyri aftaná gýtingina, men síðsta mánaðin er hann nógv framfarin, og er væl fyri nú, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Kanska tað er munur á fiskinum inni við land og á honum úti frá landi. Vit hava roynt mest norðanfyri og nakað út frá landi, sigur Andru.
- Tað er óvanliga nógvur fiskur at fáa, tá hugsað verður um árstíðina. Fleiri eldri útróðrarmenn siga, at hesa tíðina á árinum, var fyrr vanligt at fara út á djýpri vatn at royna eftir brosmu og longu, ella at halda summarfrí, tí norðanfyri var einki at fáa, sigur hann.
- Vit hava nýliga gjørt fleiri túrar, har vit hava ligið um 200 pund uppá stampin. Tað er góður fiskiskapur og so á hásumri, sigur Andru Poulsen.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Hann hevur róð út síðani 2016 og drivi Stakkavík síðani 2018.
Frá trúboðaranum fingu teir kristiligan lesnað og heilsanina:
Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald