Innanlands

Partrolararnir Topas og Sardis verða seldir til Albania

Thor tillagar fiskiflotan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-11 13:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Thor í Hósvík, hevur selt partrolararnir Topas og Sardis.

- Vit bíða bara eftir teimum endaligu papírunum frá Fiskimálaráðnum, og so verða skipini endaliga strikað úr føroyska flotanum, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Partrolarnir eru seldir til eitt felag í Albania.

Hans Andrias Kelduberg sigur, at hetta er ein tillaging, sum verður gjørd í samband við fiskivinnuna.

- Hetta er ein tillaging, og soleiðis er tað allatíð, og tí er tað einki óvanligt í at vit selja hetta parið, sum hevur ligið seinastu tíðina í Danmark.

Trolarin Kúrberg liggur eisini í Danmark, og reiðarin upplýsir at ætlanin er eisini at selja hann, og at felagið hevur áhugaðar keyparar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder