Ársúrslitið var 79,8 mió.kr., sum er besta úrslitið higartil hjá Pelagos, sum hevur sítt pelagiska framleiðsluvirkið í Fuglafirði.
Tað eru Sp/f Framherji, P/F Palli hjá Mariannu, P/F Havsbrún og P/F Enni, sum stovnaðu Pelagos og sum eru eigarar í dag.
Nettosølan hjá Pelagos øktist úr 665 mió.kr. í 2020 til 895 mió.kr. í 2021. Ein vøkstur á 230 mió.kr. ella 34,5 prosent.
Bruttovinningurin tvífaldaðist í 2021, úr 81 mió.kr. í 2020 til 164 mió.kr. í 2021.
Starvsfólkakostnaðirnir øktust eisini nógv. Úr 27 mió.kr. í 2020 til 41 mió.kr. í 2021. Í alt 86 ársverk vóru á Pelagos í 2021 sambært upplýsingar í roknskapinum.
Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, øktist við heili 69 mió.kr., ella við 128 prosent, úr 54 mió.kr. í 2020 til 123 mió.kr. í 2021.
Ársúrlitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 79,8 mió.kr. sammett við 18,5 mió.kr. í avlopið í 2020.
Aðalfundurin samtykti at útlutað eigarunum 27,3 mió.kr. í vinningsbýti.
Fíggjarjavnin 499 mió.kr.
Fíggjarjavnin hjá Pelagos P/F javnvigaði í 2021 við 498,7 mió.kr.
Á ognarsíðuni er støðisognin bóka til 129,5 mió.kr. sammett við 133,8 mió.kr. í 2020.
Ogn í umferð var í 2021 í alt 369,2 mió.kr. sammett við 197,8 mió.kr. í 2020.
Serliga kann leggjast til merkis, at vørugoymslan við ársenda 2021 var 242,2 mió.kr. í mun til 93 mió.kr.árið fyri. Eisini áogn var størri í 2021 sammett við árið fyri. 77,1 mió.kr. í 2021 móti 35,2 miío.kr. í 2020.
Tøki peningurin er fallin úr 64,5 mió.kr. í 2020 til 44 mió.kr. í 2021.
Eginpeningurin 274 mió.kr.
Pelagos er væl fyri fíggjarliga. Eginognin var 273,8 mió.kr. í 2021 sammett við 197,6 mió.kr. í 2020.
Felagið hevur eina langfreistaða skuld í 2021 á 77,7 mió.kr. sammett við 91,2 mió.kr. í 2020.
Stuttfreistaða skuldin í 2021 var 164 mió.kr. sammett við 32,3 mió.kr í 2020.
Lyklatølini hjá Pelagos vóru eisini góð fyri 2021.
Ognaravkastið var 18,3 prosent í 2021 sammett við 12,2 prosent í 2020.
Ebita margin, sum er úrslit áðrenn rentur og skatt, var 11,1 prosent í 2021 sammett við 4,6 prosent árið fyri.
Trygdarevni var 54,9 prosent, sum verður mett at vera gott.
Gjaldførið var eisini gott tá hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, sum var 225 prosent í 2021.
Samanumtikið má sigast at Pelagos P/F hevði eitt góðan roknskap í 2021, sum bæði var met og væl betur enn árið fyri.
Talan er um eitt fíggjarliga sterkt felag, sum bæði hevur høgt trygdarevni og eitt gott gjaldføri.
Stjóri í Pelagos P/F er Jóhan Páll Joensen og nevndarformaður er Odd Eliasen.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Les eisini: Varðin Pelagic betraði úrslitið við 82 milliónum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald