Innanlands

Varðin Pelagic betraði úrslitið við 82 milliónum

Tað hevur gingið sera væl hjá pelagisku vinnuni og virkjunum á landi í 2021. Varðin Pelagic P/F hevði 69,2 mió.kr. avlopi í 2021

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-21 07:47 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Tað hevur gingið sera væl hjá pelagisku vinnuni og virkjunum á landi í 2021. 

Varðin Pelagic økti um søluna við 242 mió.kr. og betraði úrslit eftir skat við heili 82,6 mió.kr. í 2021 samanborið við 2020. 

Varðin Pelagic á Tvøroyri framleiðir liðugtvørur úr uppisjóðarfiski, sum er makrelur, sild, svartkjaftur og lodna. Sambært roknskapi felagsins verður upplýst at sølumarknaðirnir eru Evropa, Asia og Afrika. 

Árið 2021 var merkt av nógv øktari framleiðslu og sølu, har virkið sambært roknskaparfrágreiðingini framleiddi meira enn 114.500 tons.  

Raksturin gav 69,2 mió.kr. í avlopi 
Nettosølan hjá Varðin Pelagic var heilar 851,9 mió.kr. í 2021, er ein vøkstur á heilar 242 mió.kr. ella 39,6 prosent meira enn í 2020. 

[object Object]

Bruttoúrslitið í 2021 var 202,2 mió.kr. sum er meir enn tvífalt so gott sum í 2020, tá bruttoúrslitið var 86,8 mió.kr.  

Starvsfólkakostnaðirnir vóru í 2021 í alt 62,8 mió.kr., sum eru heilar 9,6 mió.kr. meira enn í 2020. Sambært roknskapinum starvaðust 170 fólk á Varðin Pelagic í 2021, í mun til 125 fólk í 2020. Ongin ivi er um, at Varðin Pelagic er størsta arbeiðspláss á Tvøroyri og í Suðuroynni. So týdningurin av hvussu tað gongur á virkinum og hvussu nógv fólk dagliga hava arbeiði á virkinum skal ikki undirmetast fyri búskapin í Suðuroynni.

Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, øktist úr 33,1 mió.kr. í 2020 til heilar 139,8 mió.kr. Økingin er heilar 106,7 mió.kr. ella 322,2 prosent.

Varðin Pelagic P/F rindar í alt 15,3 mió.kr. í partafelagsskatti fyri árið 2021.

[object Object]

Úrslitið eftir skatt gjørdist 69,2 mió.kr., sum skal samanberast við eitt hall á -13,4 mió.kr. í 2020. Úrsltið er tískil heilar 82,6 mió.kr. betri í 2021 sammett við í 2020.

Fíggjarjavnin nærum 1 mia.kr
Fíggjarjavnin hjá Varðin Pelagic P/F javnvigaði í 2021 við 997,4 mió.kr., tvs. nærum 1 mia.kr.  

Á ognarsíðuni eru størstu postarnir støðisogn, sum er føst ogn, sum í 2021 hevði eitt virði á 646,8 mió.kr., sum er nakað minni enn í 2020 tá støðisognir vóru 667,2 mió.kr

Ogn í umferð, sum eru ognir sum eru lættari umsetiligarar, var í 2021 350,6 mió.kr., sum skal síggjast í mun til 229,6 mió.kr. í 2020.  

Serliga sæst, at vørugoymslan við ársenda 2021 var í alt 196,6 mió.kr., sum er nærum tvær ferðir størri enn í 2020, tá ið vørugoymslan var 100,6 mió.kr

Áogn var í alt 81,4 mió.kr. í 2021 sammett við 28,4 mió.kr. í 2020.  

Samanlagt eru pengabindingar í vørugoymslur og áogn frá keyparum heilar 277,9 mió.kr. við árslok 2021. 

Tøkur peningur við árslok 2021 var 61,6 mió.kr., sum er nakað minni enn í 2020 tá tøki peningurin var 91,5 mió.kr

Eginpeningurin 435,7 mió.kr
Varðin Pelagic P/F er ein fíggjarliga sterk fyritøka. Eginpeningurin vi árslok 2021 var 435,7 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevni á 43,7 prosent, sum má metast at vera gott.

[object Object]

Felagið hevði í 2021 eina langfreistaða skuld á 203,9 mió.kr., sammett við 219,6 mió.kr. í 2020. Tískil hevur felagið rindað 15,7 mió.kr. aftur av tí langfreistaðu bankaskuldini í 2021. Felagið hevði bæði í 2021 og í 2020 35 mió.kr. í langfreistaðum lánið frá atknýttari fyritøku. 

Stuttfreistaða skuldin øktist úr 269,4 mió.kr. í 2020 til 301,3 mió.kr. í 2021. Serliga sæst at skuldin til peningastovnar er økt úr 6,9 mió.kr. til 18,2 mió.kr., at vøru og tænastuskuldin øktist úr 17,7 mió.kr. í 2020 til 36,1 mió.kr. í 2021.  

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lyklatølini hjá Varðin Pealgic P/F
Ognaravkastið, sum er rakstraravlop áðrenn fíggarpostar í mun til samlaða javnan, var 9 prosent. Sæð í mun til stóru fíggjarstøðuna verður mett at hetta avkastið er gott. 

Eginpeningsavkastið var 19 prosent í 2021, sum má metast at vera gott. 

Gjaldførislutfallið hja Varðin Pelagic P/F var 116 prosent í 2021 samanborið við 85 prosent í 2020, Vanlig meginregla sigur, at hetta lyklatal skal verða yvir 100 prosent, fyri at gjaldførið er rímuligt.  

Samanumtikið kunnu vit siga, at talan er um ein góðan roknskap hjá Varðin Pelagic, har rakstraravlopið var gott og vaksandi, felagið er væl fyri fíggjarliga og gjaldførið er somuleiðis gott.  

Stjóri í Varðin Pelagic P/F er Bogi Jacobsen og nevndarformaður er Jógvan Petur Hentze. 

Skrásettir eigarar av partabrøvunum í Varðin Pelagic P/F eru, Bacalao P/F, Delta Seafood P/F, Kimbil P/F og Varðin P/F.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder