Innanlands

Peruarar við bryggju í Hvalvík: Fegnir fyri bílig klæðir

Vóru hjá Bláa Krossi í Runavík og keyptu góð og bílig klæðir

Mynd: Torleif Johannesen / Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Torleif Johannesen / Føroyska Sjómansmissiónin

2018-11-02 19:43 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í vikuni var sjómanstrúboðarin umborð á frystitrolaranum “Ran”, sum liggur í Hvalvík og ger klárt at fara á Flemish Cap at fiska.

Umborð hitti hann Pedro, Antionio og Roberto frá Peru, sum hava siglt við Ran í áravís. Teir skuldu heim fyrsta dagin og ynsktu at keypa onkur klæði til familjurnar, onkur bílig klæðir, um tað var gjørligt. Prátið kom tá millum annað inn á endurnýtsluhandlarnar hjá Bláa Krossi í Runavík og í Havn.

Teir vóru áhugaðir fyri einum biltúri út í Runavík. Har keyptu teir ymiskt og vóru fegnir fyri túrin. Teir søgdu eisini, at komu teir aftur til Føroya, ja, so komu teir innaftur í handilin, tí klæðini vóru bæði góð og bílig.

Damurnar í handlinum tann dagin, tær vóru úr Rituvík, søgdu, at nógv útlendsk sjófólk høvdu verið í handlinum tann dagin. Tá russisk skip liggja við bryggju í Runavík, eru sum oftast fleiri av manningunum inni í handlinum og keypa okkurt til sín sjálvs ella til familjuna heima.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder