Innanlands

Petur Larsen 50 ár - frá kjallarafyritøku til altjóða vitanarhús

Í 50 ár hevur Petur Larsen veitt servitan til føroysku fiskivinnuna innan flakamaskinur og viðlíkahald av maskinum og útgerð. Seinnu árini er fyritøkan vorðin eitt vitanarhús, sum 50 ár eftir stovnan vísir fram eina nýggja flakamaskinu, sum Petur Larsen hevur selt til heimsins fremsta framleiðara av flakamaskinum.

Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen

Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen

2021-11-01 17:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Petur Larsen í Fuglafirði er í føroysku hvítfiskavinnuni væl kent sum ein sterkur aktørur innan maskinur til fiskivinnuna, viðlíkahald, uppsetan og ikki minst sum umboð fyri heimsins fremstu flakamaskinur, BAADER.

Síðani stovnan í 1971 hevur Petur Larsen fingist serliga nógv við BAADER maskinur, tænastu og viðlíkahald. Við ættarliðsskiftinum í 2007, tá ið synirnir Atli Larsen og Rógvi Róin keyptu fyritøkuna, er vøksturin hildin áfram við somu kjarnutænastum, men seinnu árini við stórum denti á nýhugsan.

- Menning er alneyðug. Fyri okkum, fyri kundar okkara og fyri brúkaran. Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen.

Burðardygd er framtíðin fyri fiskivinnuna
Hvítfiskavinnan hevur ligið tungt í sjónum í nógv ár. Ikki bara í Føroyum, men kring allan heim. Petur Larsen hevur, við síni vitan og tænastu á økinum, sæð avbjóðingarnar og lagt seg eftir at menna nýggjar loysnir, sum hava til endamáls at fáa meira burturúr virðismikla tilfeinginum. Eitt nú kunnu nevnast:

  • Intelligence Kit - ein talgild skipan, sum verður sett á flakamaskinur og framleiðslutól, ið savnar og skrásetur dátur um tólið, samstundis sum Intelligence Kit letur brúkaran stýra orku- og vatnnýtsluni. Umframt minkaða nýtslu, so slítast maskinurnar munandi minni.
  • Opti-trim - eitt búkknívasett, sum verður sett á Baader 189 maskinur, ið økir um úrtøkuna við upp til 1,5%. Í vinnuni merkir 1 % í betri úrtøku lættliga eina millión meira á botnlinjuni.
  • Fisheye - ein talgild viðlíkahaldsskipan, har kundin sær allar sínar maskinur og útgerð, fær skrásett framt viðlíkahald og leggja áminningar um komandi viðlíkahald, umframt skjalprógv upp á einstaka framleiðslutólið.

Neo 189 - eitt føroyskt framstig í vinnuni
Petur Larsen setti eina menningardeild á stovn í 2019 og omanfyrinevndu vørur eru allar komnar frá menningardeildini. Í 2019 avgjørdi Petur Larsen at sniðgeva eina av teimum mest nýttu maskinunum í flakavinnuni, Baader 189, av nýggjum.

Úrslitið var Neo 189, sum í mun til upprunaligu maskinuna fær millum 1,5 og 3% meira burturúr hvørjum fiski samanborið við eina Baader 189 í góðum standi. Maskinan er talgild og er munandi lættari at gera reina og viðlíkahalda og krevur færri eykalutir. Ein stórur fyrimunur við nýggju maskinuni er, at skorna flakið er munandi penari og tískil fær betri prís á marknaðinum. Maskinan er til royndarkoyring hjá PRG í Gøtu, sum lata sera væl at maskinuni.

[object Object]

- Vit tóku BAADER 189 PRO maskinuna til royndarkoyring í mai. Longu fyrsta framleiðsludag sóu vit, at maskinan kann fáa stóran týdning fyri okkum. Vit fáa eitt pent flak við sera góðari úrtøku. Maskinan er løtt at arbeiða við og løtt at halda rein. Sum nakað heilt nýtt, fáa vit nú eisini framleiðsludata úr maskinuni beinleiðis á telefonina, sigur Tórolvur Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Fiskavirkinum í Gøtu, PRG.

BAADER hevur keypt rættindini til maskinuna, sum nú hevur fingið navnið BAADER 189 Pro. Petur Larsen hevur higartil gjørt tríggjar maskinur og skal gera fleiri fyri BAADER, umframt at Petur Larsen hevur viðlíkahaldið á maskinunum.

Menningin av BAADER 189 Pro maskinuni hevur fingið stuðul frá Vinnuframa og Fiskivinnugransking á tilsamans 1,6 mió krónur. Stuðulsupphæddin hevði stóran týdning fyri at menningararbeiðið kundi fara í gongd.

BAADER og Petur Larsen hava sínamillum avtalað ikki at upplýsa innihaldið í sáttmálanum.

placeholder
placeholder