P/f Jókin við heimstaði í Hvalba, hevur keypt trolbátin Fríborg frá Osmundi Justinussen.
Báturin hevur nú skift navn, og kallast nú Bjørn, og hevur fingið heimstað á Glyvrum, sambært heimasíðuni hjá Skipaskrásetingini.
Bjørn hevur loyvi at fiska í bólki 4B.
Tað eru nøkur ár síðan at Osmund Justinussen, reiðari, keypti trolbátarnar Birting, Hansa Mariu, Búgvan og Jens Leon. Hansa Maria kallast í dag Sigatindur, og Birtingur skifti navn til Fríðborg.
Fríðborg fór ikki í vinnu, meðan hinir fóru til fiskiskap.
Í summar upplýsti Osmund Justinussen, at trolbáturin, sum hevur ligið í longri tíð, var málaður, og hevði fingið upprunanavnið, Fríðborg, aftur.
P/f Jókin eigur framanundan uppsjóvarskipini Fram og Arctic Voyager.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald