Innanlands

Pison skjótt klárur til fiskiskap

Pison, sum kom á Klaksvík tann 13. januar, fer nú skjótt til fiskiskap

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2021-01-27 22:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Pison, sum føroyingar keyptu fyrr í ár, fer nú skjótt til fisksiskap.

- Vit hava gjørt skipið klárt, og flagga tað um síðan tað kom til Føroyar, og síðan hava vit riggað skipið til. Vit skulu taka agn umborð í morgin, og so verður væntandi loyst um vikuskiftið, sigur Eyðstein Sørensen, sum er skipari og ein av eigarunum.

- Vit fara til fiskiskap undir Føroyar, og vit eru sjálvandi spentir at sleppa í gongd, hetta er eitt stórt framstig í mun til undanfarna Pison, sum nú er lagdur.

Nýggi Pison er bygdur í 1987 á Vágs Skipasmiðju, og er skipið í góðum standi.

Undanfarni Pison skuldi gjøgnum eina umfatandi klassing um skipið skuldi varveita siglingarloyvi, og tí varð avgerð tikin um at leggja skipið, og útvega sær nýggjari og eitt meira tíðarhóskandi skip.

[object Object]Pison við bryggju í Klaksvík: Kiran Jóanesarson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder