Innanlands

Polar Amaroq landar í Fuglafirði

Polar Amaroq hevur fiskað lodnu undir Íslandi, og hevur landað ein part í Kollafirði, og fór síðan á Fuglafjørð við restini

Polar Amaroq (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polar Amaroq (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-02-11 08:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq landar í løtuni umleið 500 tons av lodnu til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður lodnan framleidd til mjøl og lýsi og síðan til fóður.

Upplýst verður, at teir hava landað ein part í Kollafirði, og fóru síðan til Fuglafjørð við tteimum síðstu tonsunum.

Tað er smáligur fiskiskapur eftur lodnu í løtuni, har fleiri íslendsk, grønlendsk og norsk skip fiska.

Sjey føroysk uppsjóvarskip hava fingið lodnukvotu, og eru tey Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Gøtunes, Christian, Norðborg, Fagraberg og Høgaberg.

Fagraberg hevur latið Høgaberg sína kvotu eins og Christian hevur latið Norðborg sína.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder