2018-11-28 17:56
Uppsjóvarskipið Polar Amaroq landaði í gjár 700 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og veiðan verður framleidd til fóður.
Tá ið Polar Amaroq hevði landað, fóru teir aftur til fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Christian í Grótinum, sum er systurskip til Polar Amaroq, landaði eisini í Fuglafirði í gjár.
Christian í Grótinum hevur verið á makrelveiðu, og upplýst verður, at teir høvdu 700 tons av góðum makreli, sum teir landaðu til Pelagos í Fuglafirði.
Tá ið teir vóru lidnir at landa fóru teir aftur á makrelveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald